Verkavarpið
Poddvarp hjá Føroya Arbeiðarafelag um arbeiðslív og arbeiðstrivnað.
Verkavarpið
5.Ung til arbeiðis - er órættur á matskránni?
•
Elisa Vang
•
Season 1
•
Episode 5
Ung í Føroyum eru ikki nóg tilvitað um síni rættindi á arbeiðsmarknaðinum. Tað er tað í øllum førum nógv sum bendir á, sigur Rókur Herup Olsen, formaður í Unga Tjóveldi, sum er ein av gestunum í Verkavarpinum hesaferð. Ungmannafelagið byrjaði fyri stuttum átakið "Er Órættur á Matskránni", har tey heittu á ung á arbeiðsmarknaðinum um at senda sínar søgur inn, um tey høvdu verið fyri órætti á arbeiðsplássinum.
Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, hevur drúgvar royndir í fakfelagsarbeiði, og í hesum poddinum kemur hon við nøkrum boðum uppá, hvussu vit kunnu bøta um støðuna hjá ungum á arbeiðsmarknaðinum.