Læn mær eitt oyra
Læn mær eitt oyra er poddvarp hjá BankNordik. Vit viðgera, hvussu tú heldur skil á pengunum og nýtsluni, og hvussu tú tryggjar teg og tíni nærmastu fíggjarliga.
Episodes
17 episodes
Set orð á pengar
Cecilia Noløse Sørensen hevur instagramvangan Fíggjarligt frælsi, har hon tosar púra opið um pengar. Hon greiðir sínum fylgjarum frá síni løn, skuld, forbrúki, fíggjarligum málum og ivamálum. Við vanganum vil hon vera við til at bróta tabu - at...
•
22:43
Ert tú rætt tryggjað/ur?
Tað kann gerast sera dýrt, um tú ikki hevur røttu tryggingarnar, so tí er tað umráðandi, at tú ert rætt tryggjað/ur. Heidi í Homrum, sum er privatkundaráðgevi hjá Trygd, greiðir frá, hvørjar tær mest vanligu tryggingarnar eru, og h...
•
19:55
Árið, ið fór
Hvat hevur eyðkent búskapargongdina Í 2022? Hvat kunnu vit vænta okkum av 2023? Og er orsøk til at stúra fyri gongdini komandi tíðina? Tað spyrja vit Turið F. Arge, stjóra í BankNordik, um í hesum poddinum.
•
17:43
Gert tú mun?
At liva burðardygt er gott fyri samvitskuna, men er tað eisini gott fyri pengapungin? Í hesum poddinum tosa vit við Kára Mortensen, leiðara á orkudeildini hjá Umhvørvisstovuni. Vit spyrja hann, hvussu vit kunnu liva meira burðardygt í ...
•
22:15
Deildin á Tvøroyri 100 ár
Deildin á Tvøroyri fyllir 100 ár. Hon var tann fyrsta føroyska bankadeildin, sum lat upp uttan fyri Havnina. Nógv hendi á Tvøroyri um hetta mundið - og fleiri vilja vera við, at Tvøroyri var meira framkomið og virkið enn høvuðsstaðurin...
•
24:34
Hækkandi rentur
Renturnar eru hækkaðar nógv seinastu tíðina. Men hví hækka renturnar, og hvussu ávirka høgu renturnar vanliga føroyingin? Tað spyrja vit Hjalta Mohr Jacobsen, leiðara á íløgudeildini hjá BankNordik.
•
14:45
Ung og pengar
Vit hoyra nógv um, at tey ungu vita ov lítið um síni rættindi á arbeiðsmarknaðinum og síni fíggjarviðurskifti. Men hvør er leikluturin hjá foreldrunum, tá tað kemur til fíggjarviðurskiftini hjá børnunum? Og eru nøkur góð ráð til foreldrini, um ...
•
15:35
Burðardyggar íløgur
Vit skulu vera meira og meira burðardygg. Eisini tá tað kemur til íløgur. Men hvat er ein burðardygg íløga? Og hvat fær ein burturúr at gera burðardyggar íløgur?Í hesum poddinum tosa vit við Hjalta Mohr Jacobsen, leiðara á Í...
•
15:01
Bústaðarlán
Hvat skal til fyri at fáa lán til at keypa eini hús? Hvussu stór skal eginfíggingin vera? Og hvat ger man, um man ikki fær lán til síni dreymahús? Í hesum poddinum tosa vit við Anju Rein, sum er leiðari á deildini í Havn, um bústaðarlá...
•
Season 1
•
Episode 9
•
18:54
Bústaðarkeyp
Hvussu tryggjar tú tær, at tú keypir eini hús í góðum standi? Og um tú skalt selja, hvat skalt tú so gera fyri at fáa sum mest fyri húsini? Í hesum poddinum tosa vit við Petur Mohr Niclasen, stjóra í Skyn, sum gevur góð ráð til teirra, ið a...
•
Season 1
•
Episode 8
•
28:52
Negativ renta
Vanligt hevur verið, at tú fært pengar fyri at hava pengar standandi á kontu, og at tú rindar fyri at lána pengar. Men nú skalt tú rinda fyri bæði at lána og at eiga pengar. Hvussu ber hetta til? Í hesum poddinum tosa...
•
Season 1
•
Episode 7
•
17:18
Hjúnaskilnaður og pengar
Tann fíggjarligi parturin fyllir ofta nógv, tá ið vit skulu skiljast: Skal alt deilast líka? Hvussu við barnapengum? Hvønn týdning hevur serogn? Og hava vit yvirhøvur ráð at skiljast? Í hesum poddinum hoyra vit Jóhan E. Simonsen, løgfr...
•
Season 1
•
Episode 6
•
36:10
Kvinnur og pengar
Kvinnur hava í miðal lægri inntøku enn menn, lægri pensjónssamansparing og gera ikki so nógvar íløgur sum menn. Men hvussu ber hetta til? Og hvat kunnu vit gera fyri at rætta fíggjarliga munin millum kynini? Turið F. Arge, rakstrarstjó...
•
Season 1
•
Episode 5
•
28:51
Arvur
Í hesum poddinum tosa vit um arv. Hvat er arvur? Hvør arvar hvønn? Kann eg gera børnini og makan arvaleys? Hvat er eitt testamenti? Og hvussu kann eg tryggja meg og míni nærmastu? Jóhan E. Simonsen, løgfrøðingur, svarar hesum og fle...
•
Season 1
•
Episode 4
•
30:35
Pensjón
Í hesum poddinum viðgera vit pensjón: Hvussu nógv eigi eg at spara saman í pensjón? Eru lívstryggingar neyðugar? Og hvat kann eg fáa burtur úr at gera íløgur við pensjónini? At svara hesum - og mongum øðrum spurningum um pensjón ei...
•
Season 1
•
Episode 3
•
20:15